Ongi úrslit

Fýra nýggir menn fáa møguleikan

Landsliðsvenjarin hevur skift báðar vongverjarnar, ein miðvallara og álopsspælara

FSF/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

– Vit eru fyrst og fremst fegin um, at so nógv fólk koma at stuðla, tí tað er einki at ivast í, at stuðulin frá áskoðarunum ger mun.

Tað sigur Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, sum klokkan trý seinnapartin í dag skulu spæla avgerandi dyst um at vinna sær rættin til eitt røkkstøkk-pláss til deild B í UEFA Nations League.

Sammett við dystin í Slovakia fyri trimum døgum síðani hevur landsliðsvenjarin gjørt fýra broytingar í byrjanaruppstillingini.

Mattias Lamhauge verður í mál, og í verjuni vera Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Martin Agnarsson.

Á miðvøllinum byrja Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Adrian Justinussen.

Á bonkinum og til reiðar at koma á vøllin eru Bárður á Reynatrøð, Ari í Haraldstovu Petersen, Mattias Hellisdal, Viljormur Davidsen, Samuel Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Ási Dam, Meinhard Egilsson Olsen, Petur Knudsen, Poul Kallsberg, Aron Benjaminsen og Jákup Biskopstø.

Áðrenn dystin er Moldova á øðrum plássi í bólkinum við sjey stigum, meðan Føroyar hava fimm stig. Tí er málið heilt greitt: Føroyar skulu vinna, fyri at yvirhála moldovar á stigatalvuni, og harvið vinna sær rættin til tveir røkkstøkk-dystir í mars komandi ár.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

Í gjár kl. 09:12

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

Í gjár kl. 13:23

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27