Ongi úrslit

Fýra ung í stolnum bili rendu á bilverju

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Um tvey tíðina í nátt rendi ein bilur á bilverjuna við landsvegin á Kjalnesi í Kollafirði. Fýra ung fólk vóru í bilinum.

Ein persónur setti seg í samband við løgregluna, eftir at hava sæð bilin standa við skaða eftir samanstoytin. Ljósini vóru tendrað, og fleiri fólk vóru kring bilin, men óvist var, hvussu teimum hevði gingist.

Løgregla og sjúkrabilur fóru beinanvegin á staðið. Har kom fram, at bilurin var stolin, og at bilførarin ikki hevði aldur at hava koyrikort. Hóast óhappið hevði eingin av teimum fýra fingið skaða.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn var hetta tíbetur einans ein tilburður við materiellum skaða, og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt og fyri brúksstuldur.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Árni er ikki blíður

19. juni kl. 21:35