Ongi úrslit

Fyrri hálvleikur verður páskaaftan á Tórsvølli

Landsliðsvenjarin ásannar, at takið verður stórt, men tað er neyðugt at vinna ímóti júst sovornum tjóðum, um Føroyar skulu røkka longri fram

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari heldur, at tað er væl og virðiliga at liva við, at Georgia verður mótstøðuliðið, tá ið Føroyar í mars fara at spæla um pláss í B deildini í UEFA Nations League:

– Tað góða við, at lutakastið hevur verið, er, at nú vita vit, hvørjum vit skulu spæla ímóti og kunnu fyrireika okkum til tað. Georgia hevur eitt gott landslið, sum er styrkismett eini 50 pláss omanfyri okkum á FIFA-listanum, men tað eru júst tey liðini, sum vit skulu yvirhála, um vit vilja spæla í hægri deild í Nations League ella vilja til eitt endaspæl.

Fyrri dysturin millum Føroyar og Georgia verður páskaaftan, leygardagin 27. mars klokkan 14 á Tórsvølli.

Útidysturin verður týsdagin 30. mars klokkan 17.

Georgia er nummar 74 á FIFA styrkislistanum, og Føroyar eru nummar 123. 

– Hetta verður fyrstu ferð, at Føroyar skulu spæla uppflytingardystir til Deild B í Nations League, og vit síggja fyrst og fremst hesar dystir sum ein stóran møguleika og eina góða avbjóðing. Vit royna støðugt at náa nýggjum málum við landsliðnum, og í mars fáa vit ein gyltan møguleika til at koma eitt stig longur á leiðini. Vit fara at gera alt, sum vit kunnu og megna, fyri, at tað skal lukkast, og vit hava sjálvandi ein kjans at vinna á Georgia samanlagt, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Seinast Føroyar møttu Georgia var í venjingardysti á Boris Paichadze Dinamo Arena í juni í fjør. Tá vann Georgia 1-0.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

6 tímar síðan

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27