At heystið er komið, munnu vera fá, sum ivast í. Vit hava havt umleypandi og heystligt veður í nakrar vikur. Lágtrýst ganga beint á okkum, og tað hevur verið nakað av vindi viðhvørt og heilt fitt av regni.
Hanus Kjølbro á Veðurstovuni greiðir frá í morgun, at lágtrýstini taka seg í hesum døgum upp eystan fyri USA. Har blandast kalda og turra luftin út Norðurkanada við ta heitu og slavnu luftina sunnan úr miðkringinum.
Í summar var ikki tann stóri munurin í hita og vætu á hesum luftnøgdum, og lágtrýstini vóru tí ikki serliga djúp og einki ordiligt illveður hevur verið í Norðuratlantshavi.
Nú bara ein triðingur er eftir av septembur, er munurin nógv størri, og møguleikin fyri djúpum lágtrýstum er nógv størri.
Á middegi í dag fer eitt lágtrýst at taka seg upp eitt sindur út fyri New York. Í fyrstani hendir ikki tað stóra rundan um tað, meðan tað ferðast ímóti Nýfundlandi.
Fyrsta samdøgrið dýpist tað úr 1014 hPa niður í 1012 hPa. Tað hevur lítlan vind við sær, men nokkso nógv regn. Av leiðini skamt eystan fyri Nýfundland fer tað víðari í landnyrðing og er komið einar 5-600 fjórðingar út í hav á middegi mikudagin.
Tá er trýstið í miðjuni lækkað 22 hPa úr 1012 niður í 990 hPa og tað er nokk so nógv. Hevði tað verið 24 hPa í 24 samanhangandi tímar, høvdu vit kallað tað fyri eina atmosferiska bumbu.
Lágtrýstið heldur leiðina fram í landnyrðing og á middegi hósdagin er tað 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland. Tá er trýstið í miðjuni lækkað 30 hPa afturat - úr 990 niður í 960 hPa. Nú er tað ein atmosferisk bumba - bæði roknað 24 tímar aftureftir, 30 hPa, og 48 tímar aftureftir, 52 hPa.
Tað er ikki bara á lufttrýstinum men eisini á vindinum, at tað sæst, at hetta er eitt djúpt lágtrýst. Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna, og hósmorgunin er hann upp á tað mesta, 33 metrar um sekundið og ein miðalvindur upp á so nógv, er er ódn. Hesa løtuna er lágtrýstið yvir opnum havi langt vestan fyri okkum - í Føroyum eru bara 3 til 8 metrar um sekundi av suðuri.
Eftir hetta fer lágtrýstið at grynnast, meðan tað gongur víðari ímóti Íslandi. Á middegi fríggjadagin er tað beint yvir Íslandi, trýstið er 969 hPa, og tann mesti vindurin millum Ísland og Grønland.
Á middegi hósdagin sær tað soleiðis út á havleiðunum vestan fyri Føroyar. Lágtrýstið er einar 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 960 hPa, mest vindurin er sunnan fyri Miðjuna, men mesta regnið nærkast okkum. Mynd: windy.com
Løtan við ringasta veðrinum í Føroyum orsakað av hesum lágtrýsti, er seinnapartin hósdagin. Tá eru 15 til 20 metrar um sekundið av landsynningi, samdrigið og tað. fer at regna illa.
Tað eru vindarnir í erva (jettstrreymar), sum gera av, hvønn veg lágtrýstini ganga. Í hesum døgum føra jettstreymarnir lágtrýstini av leiðini við Nýfundlandi ímóti Íslandi, men tað er títt at teir skifta kós. Tað næsta djúpa lágtrýstið kann gott koma nógv nærri okkum, sigur Hanus Kjølbro.