Todi Jónsson er fluttur aftur til Føroya eftir 33 ár í Keypmannahavn. Tað, sum upprunaliga skuldi vera eitt lítið summarhús á Tvøroyri, er nú vorðið fasta heim hansara. Samstundis hevur hann latið upp Kafe Tvørá.
Hann skrivar á LinkedIn, at árini í Danmark vóru fylt við arbeiði, familju, góðum vinum og óteljandi upplivingum. Men Føroyar vóru alla tíðina ein partur av honum.
– Í Føroyum er gerandisdagurin øðrvísi. Náttúran er tætt at, veðrið ræður eitt sindur meira, og her er rúm fyri veruliga at draga andan djúpt, skrivar Todi Jónsson.
Vil bjóða øðrum suður
Todi Jónsson bjóðar eisini leiðslubólkum, starvsfólkatoymum og øðrum, sum vilja uppliva Føroyar á ein persónligari og meira autentiskan hátt, at seta seg í samband við seg.
Hann nevnir millum annað langar gongutúrar, útsýni yvir havið, góðan føroyskan mat og stórsligna náttúru sum part av upplivingini.
