Í dag byrjar G! Festivalurin í Syðrugøtu.
Komandi tríggjar dagarnar verður bygdin karmur um eitt av størstu tónleikatiltøkunum í Føroyum, tá føroysk og altjóða tónleikanøvn fara á pall, samstundis sum nógv onnur mentanartiltøk eru á skránni.
Fyrireikingarnar hava staðið við í fleiri mánaðir, og seinastu dagarnar hava fyrireikararnir lagt síðstu hond á festivaløkið.
Samstundis er praktisk kunning latin gestunum um ferðsluviðurskifti, parkering, bussleiðir, armbond og festivalappina á bæði Android og Apple
Appin gevur yvirlit yvir alla skránna, spælitíðir, kort yvir festivaløkið og kunning um møguligar broytingar. Fyrireikararnir heita á gestirnar um at fylgja við í appini, har kunning verður dagførd leypandi.
Festivalurin mælir gestum til at nýta almennu parkeringsøkini uttan fyri sjálva bygdina, tí ferðslan í Syðrugøtu verður avmarkað undir festivalinum.
Festivalbussar fara at koyra regluliga millum festivaløkið, tjaldingarøkið og Leirvík, so tað verður lættari hjá fólki at koma til og frá festivalinum.
Umframt tónleik hevur festivalurin eisini eina breiða mentanarskrá. Undir heitunum JÚXN og EKSIL verða fyrilestrar, samrøður, bókmentir, list og onnur mentanarlig tiltøk á skránni.
G! Festivalurin hevur seinastu árini trekt bæði føroyskar og útlendskar gestir til Syðrugøtu og verður roknaður sum eitt av størstu árligu mentanartiltøkunum í Føroyum.
Festivalurin er serliga kendur fyri pallin á sandinum og serstøku náttúruumstøðurnar, sum mynda festivalupplivingina.
Veðurforsagnirnar eru hampiligar, men fyrireikararnir minna á, at føroyskt summarveður kann skifta skjótt. Tí verður mælt til, at gestirnir hava bæði heit klæði og regnklæðir við.
G! Festivalurin verður hildin frá 16. til 18. juli.