Nú verður Djóni Nolsøe Joensen aftur at síggja á tingi.
Jóhannis Joensen tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum.
Sostatt tekur næsti maður hjá flokkinum sæti á tingi hesar dagarnar, og tað er Djóni Nolsøe Joensen.
Hann hevur áður umboða flokkin hægsta stigi, bæði sum tingmaður og sum landsstýrismaður, men á seinasta valið, sum var í mars í ár, fekk hann 202 atkvøður, men tað var ikki nokk til at røkka inn um tinggáttina, men hann er kortini fyrsti varamaður.