Tað er javnan at royndir verða gjørdar at lumpa pengar frá fólki á internetinum, og tað eru heldur ikki so fá, sum detta í felluna.
Men nú tekur Samleikin stig til at verja fólk ímóti tí. Í dag fær Samleikin nevniliga eina nýggja ávaring, sum skal gera tað torførari svika á internetinum.
Síðan í februar er talið á sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari.
Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt.
Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.
Steðga á og les boðini
Tá tú verður biðin um at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin.
Endamálið er at fáa fólk at steðga á og at hugsa seg um eina ferð afturat fyri at tryggja sær, at tey eru í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan.
Roynir onkur annar at fáa teg at rita inn við Samleikanum, skalt tú avlýsa hana.
Fært tú eina ávaring í appini, skalt tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja:
– Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum?
Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram.
Kennist tú ikki við innritanina, skalt tú avlýsa.
Ávaringin gevur tær høvið at steðga á og taka støðu, áðrenn tú góðkennir.
Eitt serligt trygdarstig
Ávaringin merkir ikki, at tað er galið við trygdini í Samleikanum.
Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik torførari og hjálpa tær at gerast varhugan við, um teldusníkar royna at fáa teg at góðkenna eina innritan, siga tey í Talgildum Føroyum.
Tøknilig trygd er ein stórur partur av trygdini, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur á skerminum, áðrenn tú góðkennir nakað við Samleikanum, siga tey
Niðan fyri er eitt dømi um nýggja skermmynd
Nýggja trygdarstigið er gjørt fyri at hjálpa brúkaranum at varnast slíkar royndir og steðga teimum, áðrenn innritanin verður góðkend.
– Les boðini væl áðrenn, tú góðkennir við Samleikanum. Góðkenn einans um tú ert í holt við at rita inn, eru hyggjuráðini frá Talgildum Føroyum.
Avlýs, um tú ikki kennist við innritanina, leggja tey afturat.
Les meira um svik á netinum á heimasíðuni hjá Samleikanum samleiking.fo/smishing