Sambært íslendskum myndugleikum økir hetta um trýstið undir lendinum á Reykjanesi og hækkar vandan fyri nýggjum eldgosi.
Støðan nær Grindavík kann sambært nýggjastu váðametingini skjótt gerast álvarslig. Vandi er fyri rivum í lendinum, jarðskjálvtum, gosi og dálking frá gassi.
Kortini er vandastøðið ikki broytt og er galdandi til 30. juni, um eingin nýggj jarðfrøðilig broyting verður staðfest.
Meira enn 120 jarðskjálvtar skrásettir
Samstundis varð ein røð av jarðskjálvtum skrásett á Reykjaneshrygginum 23. og 24. mai. Sterkasti jarðskjálvtin varð máldur til 3,5 á Richterskalanum, og meira enn 120 jarðskjálvtar vórðu skrásettir hesar báðar dagarnar. Onggar fráboðanir vóru um, at skjálvtarnir vórðu merktir í bygdum økjum.
Magma kann flyta seg móti gosøki
Fyrru metingar hava víst, at lendið hækkar umleið tveir sentimetrar um mánaðin. Framskrivingar hjá íslendskum myndugleikum vísa framvegis á, at magma kann flyta seg úr Svartsengi móti Sundhnúkagígarøðini.
Tað kann elva til eitt nýtt gos, skrivar íslendska Ríkisútvarpið.