Ongi úrslit

Gloprarregn elvdi til trupulleikar

Soleiðis sá út í Geilini í Vági í gjár. Myndin er frá Vágs Býráði
Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Í Vági ruddi oman á vegin. Myndin er frá Vágs býráði

Tað regnaði rættiliga illa í gjár og stundum var rættiligt gloprarregn. Og tað hevut eisini elvt til trupulleikar ymsastaðni.

Bæði í Vági og á Tvøroyri ávaraðu býráðini um trupulleikar.

Á Tvøroyri lupu rennur og áði, men kloakkirnar kláraðu ikki at svølgja tí nógva vatninum. So summastaðni var rættiliga nógv vatn á vegnum, og onkustaðni fekk asfaltið eisini skaða.

Verri var í vági, haðani myndirnar eru, tí har ruddi oman á vegin soleiðis at arbeiðsfólk máttu til arbeiðis at rudda vegin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

Í gjár kl. 10:30

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30