Ongi úrslit

Gransking: Nýggj vitan kann broyta stovnsmetingar av svartkjafti

Nýggj gransking vísir, at tilgongdin av svartkjafti møguliga kann metast eitt ár frammanundan og styrkja stovnsmetingarnar munandi.

Edmund Jacobsen
9. juni kl. 18:00

Havstovan hevur funnið eitt samband, sum kann geva fiskivinnuni og ráðgevingini eitt týdningarmikið amboð í framtíðini. Úrslit frá verkætlanini Blue Ocean vísa, at styrkin í subpolara meldrinum hevur tætt samband við tilgongdina av svartkjafti.

Sambandið er serligt, tí at ávirkanin frá meldrinum brúkar umleið eitt ár at ferðast úr Labradorhavinum til økið vestan fyri Bretsku oyggjarnar, har svartkjafturin gýtir. Tað gevur granskarum møguleika at fáa ábendingar um komandi gýtingarumhvørvið longu eitt ár frammanundan.

Kann minka um óvissuna

Í dag verður eitt miðaltal brúkt fyri tilgongdina, tá ið ICES ger stovnsmetingar. Sambært Havstovuni ger hetta framskrivingarnar meira óvissar. Um umhvørvisgrundað vísitøl kunnu nýtast í staðin, kann tað geva neyvari metingar av einum av teimum mest umskiftiligu fiskastovnunum í Norðuratlantshavi.

Havstovan arbeiðir nú saman við arbeiðsbólki hjá ICES fyri at gagnnýta úrslitini frá Blue Ocean í framtíðar umsitingini av svartkjaftastovninum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

17 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

14 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05