Ongi úrslit

Gravgangur eftir elbilum - Sev hevur ongar løðistøðir eftir

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Hesa seinastu tíðina eru rættiliga nógvir elbilar seldir í Føroyum. Ein avleiðing av tí er, at Sev er í uppisetri fyri løðistøðir til bústaðir.

Men tey hava eina nýggja sending upp á 150 løðistøðir á veg og tær eru væntandi her mitt í næstu viku.

Á Sev vænta tey, at tær eru allar farnar um ársskiftið so fyri at tryggja seg, hava tey longu bílagt eina sending upp á 150 løðistøðir afturat.

Á Sev siga tey, at onkuntíð hava tey sent einar 40 - 50 løðistøðir út til fólk upp á eina viku.

Tað er ikki bara stóra sølan av elbilum í Føroyum, sum ger seg galdandi. Tað verða eisini nógvir elbilar seldir uttanlands.

Og nú skulu løðistøðirnar hava eina v2grid skipan, sum ger, at tær kunnu ikki bara løða bilin, men bilurin eisini kann senda streym inn á netið, so streymur kann ganga báðar vegir

Tað er avmarkað við framleiðarum av hesum løðistøðunum so har leveringstíðin fyrr var ein vika, ella so, er hon nú einar seks, sjey vikur, siga tey á Sev.

 

Fleiri orsøkir
Á Sev ivast tey ikki í, at høgi prísirnir á diesel og bensini eru ein orsøk til økta áhugan fyri elbilum.

Tað ávirkar eisin søluna, at elbilar verða alsamt bíligari. Og samstundis hendir tað á nýggjárinum at elbilarnir verða væl dýrari, tí tá fáa fólk ikki longur so nógv aftur í mvg.

Fleiri fólk, sum ætla at fáa sær elbil, framskundað keypið fyri at fáa mvg aftur, halda tey á Sev.

Á ár kunnu fólk, sum keypa elbil, fáa 35.000 krónur av mvg aftur - í mesta lagi, men næsta ár lækkar tað niður í helvt, ella niður í 17.500 krónur, men samstundis hækkar skrásetingargjaldið eisini, so tá verða elbilar munandi dýrari.

Og í 2028 fellur tann skipanin heilt burtur.

Fyrsta jabuar vóru 3.167 elbilar í Føroyum av teimum 42.781 bilum, sum vóru tilsamans og tað er 7,4 prosent Nú, 2. novembur, vóru tað 3.748 elbilar í Føroyum av teimum 43.596 bilunum, sum eru tilsamans og tað eru 8,6 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

6 tímar síðan

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27