Ongi úrslit

Greiða má fáast á í málinum um Bakkafrost

Anna Falkenberg
24. apríl kl. 12:37

Málið um metstóru bótina til Bakkafrost hevur seinastu dagarnar fylt nógv í miðlunum. Hetta er eitt mál, sum eg fari at taka upp við danska løgmálaráðharran, so skjótt sum ein nýggj stjórn er skipað.

Tað er eingin ivi um, at talan er sum eitt sera óheppi mál, sum hevur skapað ivamál, bæði um mannagongdir og um rættartrygdina í Føroyum.

Ein grundarsteinur í einum rættarsamfelag, sum okkara, er, at ivi skal ikki vera um hvørki rættartrygd ella rættarkenslu.

Fólkið skal kunna hava álit á, at mál verða viðgjørd sakliga og eftir røttum mannagongdum.

Nógvir spurningar eru framvegis ósvaraðir, og tí er alneyðugt, at vit fáa greiðu á málinum.

Vit skulu  ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgdar.

Anna Falkenberg,

fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15