Ongi úrslit

Grind og mentan: Ritgerð varpar nýtt ljós á føroyskar kostvanar

Hóast heilsuligir váðar við grind eru væl skjalprógvaðir, halda nógv føroyingar fram at eta grind.

Edmund Jacobsen
1. juni kl. 11:00

Tað er høvuðsniðurstøðan í nýggjari ph.d.-ritgerð hjá Elsu F. Helmsdal, sum í farnu viku vardi gransking sína á Landssjúkrahúsinum.

Elsa F. Helmsdal hevur kannað, hví grind framvegis hevur ein týðandi leiklut í føroyskum kostvanum, hóast heilsumyndugleikar í fleiri áratíggju hava mælt til at minka um ella gevast við at eta grind, skrivar Granskingarráðið.

Mentan vigar tungt

Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar kanningar. Ein teirra vísir, at fólk, sum leggja stóran mentanarligan týdning í grindahvalin, oftari halda fram at eta grind, hóast tey eru væl kunnað um heilsuligu váðarnar.

Ein onnur kanning vísir, at heilsuligir váðar hava verið týðiliga umrøddir í føroyskum miðlum síðani 1970'ini, men at miðlaáhugin fyri evninum er minkaður seinnu árini.

Meira enn bara vitan

Samlaða niðurstøðan er, at avgerðir um at eta grind ikki einans byggja á vitan um heilsuligar váðar. Tær verða eisini ávirkaðar av mentanarligum virðum, samleika og øðrum samfelagsligum viðurskiftum.

Andmælararnir úr Kanada róstu bæði ritgerðini og verjuna, og metingarnevndin staðfesti, at Elsa F. Helmsdal hevði staðið bæði skrivligu og munnligu ph.d.-royndina.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 09:00