Hetta hendir, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio segði, at Grønland er partur av Danmark – „enn“.
Múte B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at útsøgnin hjá Rubio einki broytir.
– Framtíð Grønlands verður avgjørd av okkum í Grønlandi. Soleiðis hevur tað verið, soleiðis er tað, og soleiðis verður tað eisini frameftir, skrivar hann á Facebook.
Samráðingar halda fram
Sambært Múte B. Egede halda samráðingarnar millum Grønland, Danmark og USA fram uttan broytingar. Hann vísir á, at londini eisini tosa um trygd og verju.
Grønlendski uttanríkisráðharrin leggur dent á, at samstarvið eigur at byggja á virðing.
– Vit taka lut á uppbyggjandi hátt og við virðing fyri øllum pørtum, sum tað sømir seg hjá sameindum, skrivar hann.