Klaksvíkar kommuna leggur hósdagin 1. oktober klokkan 12 fýra grundstykki aftrat sølulistanum. Eitt er á Húsum og trý í Svínoy. Býráðið samtykti 24. september at lýsa stykkini til sølu.
Í løtuni eru 18 kommunal grundstykki tøk. Tey fýra nýggju stykkini verða løgd aftrat sølulistanum 1. oktober.
Frá 67.500 krónum í Svínoy
Á Húsum er talan um matrikul 43d á Heimagarði 3. Grundstykkið er 526 fermetrar, og fermetraprísurin er 240 krónur. Samlaði prísurin er 126.240 krónur.
Í Svínoy eru tvey grundstykki á 450 fermetrar við Um Eiði 12 og Um Eiði 10. Hvørt teirra kostar 67.500 krónur. Triðja stykkið er 496 fermetrar og liggur á Bøvegi 6. Tað kostar 73.800 krónur. Fermetraprísurin í Svínoy er 150 krónur.
Fyrsta bókingin verður galdandi
Áhugaðir keyparar kunnu søkja um at keypa eitt tøkt grundstykki umvegis søluskipanina á heimasíðuni hjá kommununi ella við at seta seg í samband við kommununa.
Bert ein bóking verður góðkend fyri hvørt grundstykki. Tann fyrsta bókingin verður galdandi, og aðrar bókingar verða sleptar.