Við einum 2-1 sigri á Fílabeinsstrondini hevur Noreg tryggjað sær pláss í áttandapartsfinaluni á HM, har Brasilia bíðar sunnudagin.
Norðmenn løgdu annars varliga út. Teir tyktust ræddir fyri at tapa, inntil bólturin endaði hjá Antonio Nusa, sum legði Noreg á odda 1-0 eftir 39 minuttir.
Støðan var óbroytt í umleið ein hálvan tíma. Síðani eydnaðist Fílabeinsstrondini at javna, tá Amad Diallo skoraði til 1-1.
Tað sá út til, at dysturin fór í longda leiktíð, men so gjørdi Erling Haaland tað, sum hann dugir betri enn nakar annar. Hetta var langt frá torførasta máli í yrkisleiðini, men hann var á rætta staðnum røttu løtuna.
Klokkan 22. tekur Frakland móti Svøríki í hinari sekstandapartsfinaluni í kvøld.