Ongi úrslit

Haldið fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin
2 tímar síðan

Sambært fíggjarlógaruppskotinum 2027 verður lógaruppskot lagt fram um at avtaka, Havnagjald, Brúgvagjald og Vørugjald fyri skip hjá SSL, V&B og Havrannsóknarskip.

V&B og Havstovan gjalda einki sum er í dag, og tí hava tey skip pláss í Havn, um pláss er fyri teimum.

Gjaldandi skip hava sjálvandi framíhjárætt til keipláss í Havn.

Hetta lógaruppskotið merkir, um tað verður samtykt, eina árliga meirinntøku uppá umleið 7 mió. kr. til landskassan, har nógv tað mesta stavar frá Tórshavnar Havn - hetta rakar tá eisini Klaksvíkar Kommunu, við leiðini millum Klaksvík og Syðradal, og Sand við rutuni til Skúvoy.

Hetta merkir einar 6 til 7 mió. kr. í lægri inntøku til Tórshavnar Havn, sum undir ongum umstøðum kann góðtakast. Tórshavnar Kommuna og harvið Tórshavnar Havn hava gjørt íløgur fyri 1,5 milliardir kr. tey seinastu nógvu árini, fyri at upprætthalda arbeiðspláss og eina tænastu, sum ein høvuðstaður skal hava til farmaskip, ferðafólkaflutning o.a.

Haldið fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu, vit hava bygt okkara havn út uttan nakran stuðul frá landinum, so nú at brandskatta borgarar í Tórshavnar Kommunu, tí landið skal spara og harvið “stjala inntøkur” frá Tórshavnar Havn til hesa sparing er smakleyst og ófrættakent - hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast og fari eg at móttmæla hesum.

Eg kann ikki trúgva, at løgtingslimur úr miðstaðarøkinum hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum taka undir við hesum.

Tí er mín áheitan til tykkum - steðgið hesum alt fyri eitt og haldið fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu.

Tit í Løgtinginum og Landsstýrinum eru vald at stýra landskassanum og ikki kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu - og tað klára vit betri enn tit.

Annfinn Brekkstein,
býráðslimur fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

4 tímar síðan

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09