Hendan dagin frættist tey tíðindi, at Ken Fagerberg var deyður brádliga bara 37 ára gamal.
Ken Fagerberg var eisini venjari hjá bóltfelagnum, Royn, í Hvalba og nú hann er fór, fær hann eisini nøkur orð við sær á ferðini
– Nú tey syrgiligu boðini frættist, at Ken Fagerberg ikki er í millum okkum longur, vil Royn, við hesum orðum minnast hann og alt tað, hann gjørdi fyri felagið, skriva tey í Royn á Facebook.
Ken var høvuðsungdómsvenjari hjá Royn árini 2022 og 2023.
– Hann gjørdi eitt megnar arbeiðið til frama fyri barna- og ungdómsfótbóltin í Royn, og ikki minst fekk hann øll at trívast væl – bæði børn og venjarar, siga tey í Hvalba.
Tey siga, at hesa tíðina løgdust fleiri børn afturat sum limir í Royn.
– Ken var góður við øll, og hann og familjan vóru sera sjónlig í bygdini.
Hetta skapti gleði fyri øll sum vóru ein partur av felagnum, og hetta merktist eisini uttanfyri vøllin.
– Vit syrgja og minnast Ken Fagerberg við takksemi, nú hann er farin um sýn. Okkara samkensla er við øllum, sum stóðu honum nær – børnunum, familju og vinum.
Ærað verið minni um Ken Fagerberg, siga tey í Royn.