Hanus Sørensen hevur seinastu ferðirnar verið sera eyðsýndur í framrættaðum plássi í vinstru á landsliðnum, og aftur í dag verður hann fremsti miðvallarin í vinstru. Hanus Sørensen hevur higartil spælt 28 landsdystir, og hann hevur skorað fimm mál.
Síðst, hann var málskjútti, var í oktober í fjør tá ið Føroyar fyrst vunnu 4-0 á heimavølli ímóti Montenegro, og Hanus skoraði tvey mál og so tríggjar dagar seinni, tá ið Føroyar vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Kekkia, og Hanus legði Føroyar á odda 1-0.
Ta ferðina hevði hann troyggju undir landsliðsblusuni, og tá ið hann hevði skorað lyfti hann landsliðsblusuni, so tað bar til at síggja heilsu á innaru troyggjuni. Heilsan var til systrina, sum tá fyri stuttum var rakt av krabbameini.
-Tá hevði eg verið nógv saman við systrini fyri at stuðla hana, og tað fylti nógv. Tíbetur gongur tað væl betri hjá henni nú. Eg hugsi framvegis um hana, og um vit vinna trý stig í kvøld, so havi eg avgjørt einki ímóti at senda henni serliga heilsu, sjálvt um eg hesa ferð ikki aftur eri í hasi troyggjuni, sigur Hanus Sørensen.
Hvussu gongur hjá tær í Slovenia?
-Higartil í hesum kappingarárinum hevur tað gingið ordiliga væl. Í fjør spældi eg í næstbestu deildini, og tá var støðið ikki nóg høgt, og tí var tað ikki so hugaligt. Nú spæli eg við NK Aluminij Kidricevo í bestu deildini. Vit eru mitt á talvuni, og higartil í ár havi eg verið fastur maður á liðnum. Á landsliðnum er plássið í vinstru, har tað verður roknað við, at eg arbeiði nógv, og í álopsstøðu bíði eg ofta eitt sindur, og tað gevur góðar møguleikar. Vit gleða okkum, og vit rokna avgjørt við møguleikanum, at tað ber til at vinna, sigur Hanus Sørensen.