Ongi úrslit

Harðskapur í gjárkvøldið varð tikin upp á video

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjárkvøldið var stór konsert í Høllini við Tjarnir, og um heild gekk tað væl.

Men ein tilburður av harðskapi er skrásettur. Tað var uttanfyri høllini, beint við høvuðsdyrnar, har ein maður varð sligin.

Men tað málið varð skjótt at uppklárað, tí av tilvild var vóru løgreglufólk til staðar í bili og bilurin hevði upptøkutól, sum verður brúkt í sambandi við ferðmátingar.

Men tað stóð frá og tað var so heppið, at bilurin vendi akkurát soleiðis, at hendingin varð tikin upp.

Løgreglan sigur, at ein maður er skuldsettur fyri harðskap. Tann, sum varð sligin, fekk ikki stórvegis skaðar, men fór á skaðastovuni til kanningar og at fáa teir skjalfestar.

Løgreglan sigur, at sum dagurin líður, fara tey at tosa við partarnar í málinum, umframt við eygnavitni fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum fór fram.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00