Ongi úrslit

Hátíðarhildu ein heilt serligan starvsdag

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Fríggjadagin varð ein heilt serligur starvsdagur hátíðarhildin hjá IRF í Leirvík.

Magnus Vatnhamar Olsen hevur verið partur av arbeiðsplássinum í 25 ár. Hann byrjaði í starvslæru, sum seinni gjørdist til fast starv, og síðani eru 25 ár liðin við arbeiði, menning, vinabondum og nógvum góðum løtum.

Landsstýriskvinnan í orkumálum, Eydis Hartmann Niclasen, var við til hátíðarhaldið og bar Magnusi eina heilsan.

Søgan hjá Magnusi er ein vøkur áminning um, hvussu nógv eitt arbeiðspláss kann hava at siga fyri okkum menniskju. At hava uppgávur og ábyrgd, at hava starvsfelagar og ikki minst at kenna, at vit hoyra til, segði hon.

– Søgan vísir eisini tað øvuta, hvussu nógv eitt menniskja kann hava at siga fyri eitt arbeiðspláss, segði landsstýriskvinnan og ynskti Magnusei hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum og takkaði honum fyri hansara íkast til felagsskapin hjá IRF,

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40