Ongi úrslit

Hava fingið 42 fráboðanir um hjáárin av koppsetingini fyri koronu

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Síðani 2020 hava 42 føroyingar boðað myndugleikunum frá hjáárinum eftir at teir vórðu koppsettir fyri koronu.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og lækni, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu nógvir føroyingar hava fingið hjáárin av at verða koppsettir fyri koronu.

– Síðani farið varð undir at koppseta fyri koronu í Føroyum tann 30. desember 2020, eru fleiri enn 100.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

Fyri august 2023 skuldu fráboðanir um hjáárin sendast donskum myndugleikum, men síðani tá hevur borið til at fráboða hjáárin í Føroyum.

– Í føroysku skrásetingini eru ongar fráboðanir um hjáárin av koppsetingini fyri koronu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Men hon sigur, at danskir myndguleikar hava fingið 42 fráboðanir úr Føroyum um illgruna um hjáárin av koppsetingingi.

Hetta fevnir um fráboðanir frá bæði heilsustarvsfólkum og fólki annars. Av hesum fráboðanum eru 18 skrásettar sum álvarsamar, sigur landsstýriskvinnan.

Álvarsom hjáárin eru hjáárin, sum hava við sær at fólk verða innløgd, ella liggja longri á sjúkrahúsi enn tey annars høvdu gjørt.

Álvarsom hjáárin eru eisini um avlamni, fosturskaðar, deyða, ella annað lívshættisligt. Út frá teimum upplýsingunum, sum eru útvegaðir, ber ikki til at staðfesta, hvussu nógvar av teimum 18 skrásettu álvarsomu fráboðanunum, hava samband við innleggingar á sjúkrahúsi, sigur landsstýriskvinna.

Fyri eitt fólk, sum var eldri enn 65 ár, snúði fráboðanin seg um andlát.

Men Eyðdis Hartmann Niclasen leggur dent á, at tað er týdningarmikið at gera greitt, at talan er um fráboðað hjáárin. Tað er nevniliga ikki staðfest, at samband er ímillum hendingarnar og koppsetingina, sigur hon.

– Hendingarnar kunnu vera av øðrum sjúkum, ringari heilsu annars, nýtsluni av ymsum heilivági, sum varð tikin samstundis, ella av øðrum viðurskiftum.

– Tá ið læknar, fólk, ella avvarðandi, boða frá møguligum hjáárinum, krevst bara, at illgruni er um, at sjúkueyðkennini kunnu hava samband við koppsetingina.

– Ein fráboðan er tí ikki tað sama sum prógv fyri at tað er koppingrevnið, sum er orsøkin til hjáárinini, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at landslæknin hevur ikki kunnleika um hjáárin av koppsetingini fyri koronu, ella um møguligar innleggingar í kjalarvørrinum av slíkum hjáárinum.

Hvat viðvíkur andlátum, vórðu allir læknar kunnaðir um, at teir høvdu skyldu til at boða løgregluni frá øllum andlátum, har viðkomandi var koppsettur fyri koronu í upp til eina viku áðrenn viðkomandi doyði.

Landslæknin veit um tríggjar fráboðanir, har líkskurður varð gjørdur, umframt eitt mál, sum ikki varð fráboðað.

Í teimum trimum málunum, har líkskurður varð gjørdur, kundu hvørki líkskurðurin, ella kanningar, sum vórðu gjørdar aftaná, staðfesta nakað samband millum koppsetingina og andlátið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

– Niðurstøðan var, at andlátini vóru elvd av álvarsomum og varandi sjúkum hjá viðkomandi, leggur hon afturat.

Landslæknin sigur eisini, at frá 2021 til  í ár, hevur Styrelsen for Patientklager onga klagu fingið úr Føroyum í sambandi við koppsetingina.

Men fimm sjúklingar, hava søkt um endurgjald fyri hjáárin og skaðar av koppseting fyri korona. Talan er um tveir menn og tríggjar kvinnur í aldursbólkinum 30 til 50 ár.

Umsóknirnar hava snúð seg um hjáárin av koppsetingini ella um aðrar trupulleikar av koppsetingini. Øll málini eru viðgjørd og kannað nærri.

Tvey av málunum, sum eru komin í ár, eru ikki liðug. Trý av málunum eru avgreidd og úrslitið var, at eingin av teimum trimum sjúklingunum hevði rætt til endurgjald, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27