Hóast vit liva í einum av heimsins ríkasto londum, eru tað kortini eru tað ikki so fá børn, sum eru so fátøk, at tey mugu fáa neyðhjálp av ymsum slagi.
Átakið, »Í Menniskjum Góður Tokki«, hevur, í fleiri ár, havt til endamáls at hjálpa teimum børnum, sum eru allarringast fyri.
Tey eru mest kend fyri at lata jólahjálp og síðstu jól játtaðu tey 295 umsóknum um jólahjálp og tilsamans var tað til 655 børn.
Men tey lata ikki bara jólahjálp. Higartil í ár hava tey játtað 75 umsóknum um hjálp til at halda føðingadag og seks børn hava fingið hjálp til at keypa skúlataskur.
Og at enda 14 børn fingið fíggjarliga hjálp til at vera við í ymsum ítrótti.