Enn er óvist, hvussu verður við ætlanini at byggja nýggja kirkju á Argjum. Tað sæst í eini frágreiðing frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.
Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann hvussu tað ber til, at tey ikki fáa endaligu loyvinu til at nýggju kirkjuna á Argjum, sum tey hava havt ætlan um í fleiri ár.
Tað eru annars eitt ár síðani, at tey fingu byggiloyvi frá Tórshavnar býráði til ætlanina. Fróði Magnussen sigur, at avleiðingarnar av hesun drálinum kunnu verða álvarsamar.
Tað kann elva til, at kirkjan verður dýrari og í ringasta føri kann tað føra til, at Argja kirkja verður heimleys.
Kirkjan hevur avtalu tann, sum keypir gomlu kirkjuni um, at hon skal verða tøk tann 28. januar 2028. Gamla kirkjan á Argjum skal verða kvinnuhús ístaðin fyri verandi kvinnuhús.
Sleppa tey ikki í holt við at byggja nýggju kirkjuna skjótast gjørligt, kann støðan, í ringasta føri kann støðan verða tann, at Argja kirkja onga kirkju hevur, sigur Fróði Magnussen.
Bárður á Lakjuni sigur, at orsøkin til at tey ikki hava fingið loyvi til at byggja kirkjuna, er, at tey hava enn ikki víst á, at tey hava útvegað ein triðing av byggikostnaðinum, sum tey skulu eftir lógini.
Ella sum hann orðar tað: Kirkjuráðið á Argjum hevur ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum, tí at eg sum landsstýrismaður ikki havi fingið tilmæli frá fyrisitingini um, at kirkjusóknin á Argjum hevur spart upp samsvarandi 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum.
– Treytin um at eiga ein triðing av byggikostnaðinum, áðrenn loyvi verður givið til at byggja, er lutfalsliga strong, sigur landsstýrismaðurin.
Orsøkin er, at ein kirkja kann ikki verða seld á tvingsilssølu. Hetta ber í sær, at fer ein verkætlan at byggja eina kirkju av knóranum, heftir øll kirkjuskipanin í seinasta enda fyri skuldina.
Størsti parturin av virkseminum í fólkakirkjuni í Føroyum er ólønt, sjálvboðið arbeiði og tí er lutfalsliga lítið av peningi í skipanini.
Hóast nýggja kirkjan á Argjum ikki verður ovurhonds kostnaðarmikil eftir støddinu, kostar hon kortini tað sama sum tað kostar at reka alla fólkakirkjuna í Føroyum í eitt ár.
Bárður á Lakjuni sigur, at tá ið tey hava útvegað sín part av kostnaðinum, skal hansara partur ikki liggja eftir.
Tá ið viðurskiftini verða greið, fer tað helst bara at taka nakrar heilt fáar dagar at avgreiða endaligu loyvini, sigur hann.
– Eg kann upplýsa, at í desembur hevði kirkjuráðið á Argjum ikki neyðuga triðingin, og fyri trimum vikum síðani fekk Mentamálaráðið, umvegis Próstadømisráðið og Stiftsstjórnina, tilfar frá kirkjuráðnum, ið ikki bendir á, at kirkjuráðið hevur kravda triðingin, sigur Bárður á Lakjuni,
Peningur fyri ætlaðu søluna av kirkjuni verður, í fyrsta lagi tøkur á kontuni hjá kirkjuráðnum tann 1. januar 2028.
Nýggja kirkjan er á einum stykki ímillum Støðlagøtu og Sandá og hon verður mett at kosta 76 milliónir - men tað var fyri nøkrum árum síðani.