Ongi úrslit

Hava ongar ætlanir um at kanna fleiri kvinnur fyri bróstkrabba

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum støðan er nú, fáa allar kvinnur ímillum 50 og 59 ár, tilboð um regluligar kanningar fyri bróstkrabba. Men her fyri reisti Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, spurningin um nøkur ætlan er um at bjóða fleiri aldursbólkum hesar regluligu kanningar, soleiðis sum onkur av hinum norðurlondunum hava gjørt.

Men tað er eingin ætlan um tað, í hvussu so er ikki beint nú, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Hon sigur, at tilboðið, sum er í Føroyum er í samsvari við fakligu tilmælini hjá danska Heilsustýrinum.

Umframt Føroyar og Danmark, hava eisini Noreg og Finnland sama tilboð. Men í Svøríki og Ísland fevnir tilboðið um aldursbólkin 40-74 ár.

Tað er eisini eitt tilmæli í nýggju krabbameinsætlanini at tilboðið í Føroyum skal fevna um aldursbólkin 45-74 ár.

Men Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at Krabbameinsráðið er ikki komið við tilmæli um at víðka aldursbólkin og játtan er heldur ikki sett av á fíggjarlógini til endamálið.

– Sostatt fyriliggur ongin ítøkilig ætlan um at víðka aldursbólkin, sigur landsstýriskvinnan. Men hon sigur, at hon fer at umrøða málið við krabbameinsráðið, soleiðis at støða kann takast til, um hetta tilboðið eigur at verða sett í verk í Føroyum í hesum samgonguskeiðnum.

Hon sigur eisini, at skal tilboðið víðkast til fleiri aldursbólkar má arbeiðið umskipast nógv fyri at lyfta ta uppgávuna.

Eitt nú er tørvur á nýggjum hølum og harumframt er tørvur á játtan til fleiri radiografar, læknaskrivarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Samstundis sum Sjúkrahúsverkið eisini má fáa útlendskar serlæknar á økinum oftari til Føroya.

Tað fer at kosta einar tríggjar milliónir at útvega neyðug høli. Verður tilboðið víðkað við aldursbólkinum 45-49 ár, fer tað at kosta 2,3 milliónir meiri um árið í lønum og útgerð, og verður boðið víðkað til at umfata kvinnur ímillum 40-49 ár, fer tað at kosta 3,5 milliónir afturat um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30