Ongi úrslit

Havið tók 11 menn í Hesti: Næmingar á Kambsdali rúnabundnir av leikinum Upphav

Vanlukkan í Hesti í 1919 varð mikudagin gjørd livandi fyri næmingarnar á Miðnámi á Kambsdali, tá leikurin Upphav varð framførdur.

© Miðnámi á Kambsdali.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Í 60 minuttir tók Gunnvá Zachariassen næmingarnar við aftur til eina av teimum mest syrgiligu hendingunum í søguni hjá Hesti.

Miðnám á Kambsdali upplýsir, at leikurin Upphav snýr seg um vanlukkuna 1. apríl 1919, tá 11 menn úr Hesti sjólótust. Søgan verður lýst við eygunum hjá seks ára gomlu Óluvu, sum misti pápa sín henda dagin. 

Leikfelagið TVAZZ og Leikhús SKIFT hava framleitt leikin, sum Gunnvá Zachariassen og Marita S. Dalsgaard hava skrivað. 

Havið er høvuðsevnið

Framførslan var fyrst og fremst ætlað næmingum í 2. flokki, sum fyrireika seg til tvørfakligu breytauppgávuna. Í ár er yvirskipaða evnið Havið, og skúlin skipar tí fyri tiltøkum, sum lýsa evnið úr ymiskum sjónarhornum. 

Eftir framførsluna kundu næmingarnir seta Gunnvá Zachariassen og Onnu Katrinu Egilstrøð spurningar um leikin, framleiðsluna, havið sum evni og leiklist sum heild. 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30