Ongi úrslit

Havnarlagið á Grótrætt verður víðkað

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

klaksvík.fo
5 tímar síðan

Fyrrapartin í gjár skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommjnu, og Jákup Martin Kjeld, stjóri á Rókini, undir sáttmála um víðkan av havnaøkinum á Grótrætt.

Sáttmálin fevnir um arbeiðið at fylla út økið millum verandi molar á Grótrætt, har felagið Rókin á Glyvrum hevði lægsta tilboðið.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum at menna og styrkja havnalagið á Grótrætt. Við útbyggingini verður eitt størri og meira samanhangandi kaiøki gjørt, sum kann nýtast til vinnu- og havnarvirksemi.

Umframt sjálva útfyllingina millum molarnar er eisini avtalað at víðka kaiøkið. Hetta merkir, at kaiøkið verður fylt út níggju metrar longur út enn í dag. Við hesum fæst eitt størri arbeiðsøki á landi, samstundis sum keikanturin kemur út á djúpari sjógv. Tað gevur betri møguleikar at taka ímóti størri skipum og betrar um nýtslumøguleikarnar á økinum sum heild.

Verkætlanin er somuleiðis ein avgerandi liður í ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við at økja munandi um oljugoymsluna á Grótrætt.

Samlaða kostnaðurin fyri verkætlanina er uml. 9,5 mió. kr.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55