Sissal Vágsheyg Erenbjerg, telduhavfrøðingur og PhD hjá Firum, fer mánakvøldið 21. september at greiða frá arbeiðinum við Havsins talgilda tvíbura í Miðlatúni í Vági. Framløgan byrjar klokkan 19.00 og er partur av Vísindavøku á ferð.
Havsins talgildi tvíburi er ein roynd at gera eina talgilda ímynd av havinum. Ætlanin er at savna tvørfakligar mátingar, eygleiðingar, fylgisveinadátur og dátur úr havmyndlum á einum stað, so upplýsingarnar verða lættari at nýta og skilja.
Kann lýsa broytingar í havinum
Ein slík skipan kann millum annað nýtast til at lýsa streym, hita, føðsluevni, dálking og veðurlagsbroytingar. Sambært Firum kann hon geva granskarum, myndugleikum og øðrum eitt betri grundarlag fyri at skipa gransking, gera forsagnir og taka avgerðir.
Høvuðsendamálið er samstundis at stytta leiðina millum gransking og samfelag. Talgildi tvíburin skal gera tað lættari hjá umsiting, undirvísing, vinnu, áhugabólkum og almenninginum at fáa gagn av vitanini.
Tríggjar framløgur í Vági
Á skránni í Miðlatúni eru eisini Sunnvør í Kongsstovu frá Fróðskaparsetrinum, sum fer at greiða frá føroyskum hvalum, og Sámal Tróndur Finsson Johansen frá Tjóðskjalasavninum, sum fer at greiða frá føroyskari fátækrahjálp í tíðarskeiðinum 1767–1855.
Framløgurnar vara umleið 20 minuttir hvør, og tiltakið er ókeypis. Sissal Vágsheyg Erenbjerg fer eisini at hava somu framløgu í Kongshøll fríggjadagin 25. september.