Ongi úrslit

HB bjóðar KÍ av

Eftir heimatap ímóti EB/Streymi eru møguleikarnir hjá B68 at varðveita plássið í bestu deildini ikki stórir

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Í dag vann HB 4-1 á heimavølli ímóti AB. Hetta var 10. ferðin á rað, at HB fór av vøllinum við úrtøku. Síðani Lukasz Cieslewicz tók við sum venjari hevur HB vunnið átta dystir og tvær ferðir spælt javnt.

14. juni vann AB 3-1 á heimavølli ímóti HB. Síðani tá hevur AB í 10 dystum vunnið ímóti B68 og Skála ÍF og spælt javnt ímóti B68. Nú tað resta fýra umfør er AB á sjeynda plássi. Tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Í fýra teimum síðstu umførunum fer AB at spæla ímóti Víkingi (ú), Skála ÍF (ú) og 07 Vestur (h).

HB sigurin í dag ber við sær, at HB nú hevur 41 stig. Tað eru seks stig aftur til Víking og B36, og tað eru fýra stig fram til KÍ, sum sunnudagin 11. oktober verður gestur hjá HB í Gundadali.

Í botnstríðnum tapti B68 í dag 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum skoraði sigursmálið í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Tapið í dag ber við sær, at B68 framvegis er niðast við 17 stigum. Tað eru seks stig fram til Skála ÍF, sum er á áttanda plássi. Tí sær tað rættiliga svart út hjá toftamonnum at bjarga sær undan niðurflyting.

07 Vestur var eina løtu í dag aftanfyri 3-0 í Sarpugerði, har víkingarnir vóru flúgvandi og høvdu gyltan møguleika at økja til 4-0. So svaraði 07 Vestur aftur. Eftir lítlari løtu dygst undan steðginum skoraðu teir tvey mál, og fýra minuttir eftir steðgin skoraði Eiler Fróðason við frísparki, og so var 3-3, sum eisini varð úrslitið. 07 Vestur hevur 19 stig og er fýra stig aftanfyri Skála ÍF.

Í fýra teimum síðstu umførunum fer 07 Vestur at spæla ímóti EB/Streymi (h), NSÍ (ú), B68 (h) og AB (ú).

 

 

Víkingur – 07 Vestur 3-3 (3-2)

1-0: Arnbjørn Svensson 27.

2-0: Jørgen Nielsen 29.

3-0: Rani Hansen 31.

3-1: Elvar Gudmundsson Petersen 43.

3-2: Jónas Prior 45.

3-3: Eiler Fróðason 49.

 

B68 – EB/Streymur 2-3 (0-2)

0-1: Gutti Dahl-Olsen 27.

0-2: Marius Nielsen 45.

1-2: Loick Jean Henri Lespinasse br 52.

2-2: Loick Jean Henri Lespinasse 69.

2-3: Laurits Nørby 95.

 

HB – AB 4-1 (2-0)

1-0: Heini Sørensen br 12.

2-0: Jákup L. Thomsen 29.

3-0: Ári Mohr Jónsson 46.

4-0: Mathias Voss 50.

4-1: sjálvmál 87.

 

Í gjár

KÍ – Skála ÍF 2-2 (2-1)

0-1: Silas Gaard 27.

1-1: Árni Frederiksberg 29.

2-1: Jóannes Kalsø Danielsen 37.

2-2: Maxwelli Effiom 61.

 

B36 – NSÍ 1-2 (0-1)

0-1: Marius Kryger Lindh 10.

0-2: Petur Knudsen br 52.

1-2: Dávid B. Andreasen 83.

NSÍ

23

14

6

3

47

26

48

23

12

9

2

45

21

45

HB

23

12

5

6

44

28

41

Víkingur

23

8

11

4

34

27

35

B36

23

9

8

6

33

28

35

EB/Streymur

23

7

5

11

30

38

26

AB

23

7

3

13

31

42

24

Skála

23

5

8

10

25

37

23

07 Vestur

23

5

4

14

21

41

19

B68

23

4

5

14

24

46

17

 

Máltindurin

Petur Knudsen NSÍ

11

Loick Lespinasse B68

9

Árni Frederiksberg KÍ

8

Páll A. Klettskarð KÍ

8

Leygardagin 10. oktober

07 Vestur – EB/Streymur

Sunnudagin 11. oktober

B68 – Víkingur

Skála ÍF – NSÍ

HB – KÍ

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11