Ongi úrslit

HB hevur í dag sagt venjaran úr starvi

2 tímar síðan

HB hevur valt at enda samstarvið við André Olsen.

Eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina, er avgerð tikin um at enda samstarvið millum HB og André Olsen.

Vit vilja takka André fyri tíðina í HB, og ynskja honum alt tað besta frameftir.

Vit fara nú at hyggja frameftir, og fara innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara, skrivar HB nú seinnapartin.

Sunnudagin verður HB partur av grannauppgerð ímóti B36, og hóskvøldið um eina viku fer HB at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tann dysturin verður á útivølli ímóti Víkingi. Fyrri dysturin endaði við 2-1 HB sigri.

André Olsen tók við venjarastarvinum í HB í mai í fjør. Fyrsti dysturin var landskappingardystur á útivølli ímóti Víkingi. HB vann 1-0, og síðani gekk tað sum eftir ánni restina av árinum. Higartil í ár hevur tað verið meiri striltið, og eftir 13 umfør er HB á sætta plássi við 14 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41