Ongi úrslit

HB keypir norskan álopsspælara

Hann er 190 cm høgur og fyllir flaggdagin 35 ár

Jóannes Hansen
6. mars 2025 kl. 17:12

Eitt stórt samdøgur undan fyrsta landskappingardystinum boðar HB frá, at feagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan álopsspælara.

Talan er um Jonas Enkerud, sum er ættaður úr Åsnes í Norra.

Jonas Enkerud er føddur 25. apríl í 1990 og er 190 cm høgur.

Síðani á nýggjárinum hevur hann ikki spælt í nøkrum felag.

Síðsta felagið hjá honum var IF Gnistan í Finnlandi. Hann skifti 31. januar í 2024 frá norska felagnum HamKam og til finska felagið.

Sambært trqansfermarkt hevur Jonas Enkerud spælt 48 dystir í bestu norsku deildini og 151 dystir í næstbestu deildini.  

Fyrsti dysturin hjá HB í nýggja kappingarárinum verður í annaðkvøld, tá ið HB fær vitjan av B68.

Mest lisið hesa vikuna

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48