Nógv fólk vóru savnað í Auluni í Vestmanna til eina heiðursløtu fyri Saritu Eriksen. Har varð hon heiðrað fyri sítt arbeiði sum lærari í meira enn 40 ár og fekk samstundis Kongens fortjenstmedalje.
Heiðursteknið verður latið fólki, sum hava verið í sama starvi í minst 40 ár, og sum hava tænt við trúfesti og virðing og gjørt eitt týðandi íkast til samfelagið.
Setti varandi spor hjá børnum
Sambært Vestmanna kommunu hevur Sarita gjøgnum nógv ár lagt stóra orku í at menna kropsligu og motorisku førleikarnar hjá børnum í Vestmanna – bæði áðrenn skúlaaldur og í fólkaskúlanum.
Borgarstjórin, Sára Jógvansdóttir, mintist aftur á tíðina, tá Sarita var hennara ítróttalærari. Hon legði dent á, at Sarita megnaði at fáa øll við og lærdi næmingunum um felagsskap, dirvi og týdningin av at royna uttan at geva upp.
Røður og tøkk fyri arbeiðið
Á heiðursløtuni hildu eisini skúlastjórin Kristianna Vinniedóttir og lærarin Augusta E. Petersen røðu.
Sarita segði sjálv nøkur orð, og Magnus Madsen úr skúlastýrinum handaði henni eina gávu. Vestmanna kommuna takkaði henni fyri arbeiðið og tey spor, hon hevur sett eftir seg.
Sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu