Ársins G-festivalur er farin aftur um bak og tað hevði rættiliga nógv fólk leitað sær á festivalin í góðveðrinum.
Men løgreglan sigur, at tað gekk eisini stak friðarliga fyri seg. Eingin mál um harðskap, ella onnur lógarbrot, eru skrivað, men í einstøkum førum tóku smávegis illstøður seg upp, men tað varð loyst við at senda partarnar í hvør sína ætt.
Tað løgreglan hevði mest arbeiði av, var at hjálpa fólki á føtur, sum lógu avfollin runt umkring.