Tjóðveldisjólaaftan, har loysingarfólk hava stór tiltøk, við uppaftur størri miðlaeksponering, at messa um fólkaviljan, sum ikki bleiv fylgdur fyri 80 árum síðani.
Sum um, at tey løgtingsval, sum vit hava havt síðani minst 4. hvørt ár, ikki hava nakað við fólkaviljan at gera.
Tað er margháttligt at hátíðarhalda nakað, sum týðiligvís ikki hevur verið føroyskur fólkavilji nakrantíð – heldur ikki fyri 80 árum síðani, tá fólkið valdi nakað annað við fyrstgivna møguleika.
Tað er eitt sindur sum, hvis ein persónur bleiv forlovaður, fyri síðani at fáa krakk beint aftaná, og so fáa krakk frá sama persóni við 4 ára millumbili í áratíggjur. Tað nyttar einki at siga, at giftarmálið burdi verið hent - tað er bara syrgiligt, at man ikki kemur víðari.
Hesi seinastu 80 árini hava víst, at føroyingar hava ynskt pragmatiskan heimastýrispolitikk við stigvísum yvirtøkum, heldur enn trappusteinspolitikk og rakstrarróp.
Nakað annað er so, at vit nú hava tambað heimastýrislógina so langt sum hon kann tambast. Tað krevur eitt nýtt samstarvsmodell við Danmark, sum kann geva okkum teir limaskapir, vit ynskja okkum, og tær millumtjóðaavtalur, okkum tørvar, uttan at vit spæla okkum av við valuta og aðrar fyrimunir, ið vit hava í verandi støðu.
Hvat tað barnið skal eita, er ikki so umráðandi. Tað kann fyri meg gjarna eita tjóðarsemja, ríkjasamband ella okkurt heilt annað. Bara vit fáa tað burturúr, sum vit vilja.
Innihaldið skal samsvara við pakkan.
Tað er tað, sum samráðingarnar við Danmark, ið vit fara undir í hesum valskeiðnum, eiga at snúgva seg um.