Ongi úrslit

Heimskendur violinleikari skal spæla við Føroya Symfoniorkestri

Føroya Symfoniorkestur fær vitjan av týska violinleikaranum Antje Weithaas, sum í fjør varð kosin besti instrumentalistur í Týsklandi av OPUS Klassik.

Tíðindaskriv
6 tímar síðan

Ein av fremstu violinleikarunum í Evropa kemur til Føroya at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri.

Talan er um týsku Antje Weithaas, sum hevur havt eina drúgva altjóða yrkisleið og hevur spælt saman við stórum orkestrum sum Los Angeles Philharmonic, BBC Symphony Orchestra og fleiri av týsku radioorkestrunum.

Í 2025 fekk hon heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá OPUS Klassik.

Antje Weithaas gjørdi longu vart við seg sum ung, tá hon vann fleiri tónleikakappingar. Síðani hevur hon ment seg til ein av fremstu violinleikarunum í Evropa og hevur givið út umleið 30 innspælingar.

Hon verður solistur, tá Føroya Symfoniorkestur fer at framføra kendu violinkonsertina hjá Ludwig van Beethoven.

Frá miseydnaðari frumframførslu til meistaraverk

Violinkonsertin hjá Beethoven varð frumframførd í 1806 við violinleikaranum Franz Clement sum solisti. Frumframførslan gjørdist tó ikki tann stóri sigur, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844.

Tá spældi bert 12 ára gamli Joseph Joachim konsertina saman við London Philharmonic Society undir leiðslu av Felix Mendelssohn.

Síðani hevur verkið fingið eina heilt aðra støðu og telist í dag millum kendastu violinkonsertirnar í klassiska tónleikinum.

Haydn og Anna Clyne eisini á skránni

Á skránni verður eisini Symfoni nr. 60 eftir Joseph Haydn.

Tónleikurin varð upprunaliga skrivaður í 1774 til komediuna Le Distrait eftir franska dramatikaran Jean-François Regnard. Árið eftir umskrivaði Haydn tónleikin til sína symfoni nr. 60.

Symfoniin skilir seg millum annað frá flestu øðrum við at hava seks satsir heldur enn teir vanligu fýra.

Triðja verkið á skránni er Sound and Fury eftir bretsku tónaskaldina Anna Clyne.

Verkið hevur íblástur úr bæði symfoni nr. 60 hjá Haydn og Macbeth eftir William Shakespeare. Sound and Fury varð frumframført av Scottish Chamber Orchestra í Edinburgh í 2019.

Anna Clyne er fødd í London í 1980 og skrivaði sítt fyrsta tónleikaverk longu sum sjey ára gomul. Hon hevur lisið tónleik á University of Edinburgh og Manhattan School of Music.

Bretska Catherine Larsen Maguire stjórnar Føroya Symfoniorkestri, meðan Antje Weithaas verður solistur á violin.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11