Ongi úrslit

Helgi: Vit hava rokkið einum stórum máli

Jonhard Hammer
16. mai kl. 23:17

Helgi Hoydal var fegin um avrikið í kvøld og plássið í HM-endaspælinum

Hann er ein av royndu spælarunum á hondbóltslandsliðnum hjá monnum, og í kvøld var hann við til at spæla Føroyar til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð.

– Vit hava rokkið einum stórum og flottum máli. Vit hava arbeitt leingi fyri tí, og nú eru vit sera fegnir, segði Helgi Hoydal eftir sigurin á Bosnia-Hersegovina í høllini við Tjarnir í kvøld.

Helgi Hoydal, sum hevur verið uttanlands, spælir nú fyri H71, og hann hevur umvegis avrik í heimligu kappingini hildið seg aktuellan til landsliðið.

– Vit hava eitt gott venjingarumhvørvi í H71, og eg eri sera fegin um, at eg framvegis sleppi at vera partur av hesum og uppliva hesar stóru løturnar, segði hann.

Helgi Hoydal heldur, at føroyska liðið kann fara at standa seg væl í komandi tíðum.

– Uttan tveir av okkara bestu leikarum vunnu vit á Bosnia-Hersegovina, sum er eitt gott lið og hevur spælt í fleiri endaspølum. Eg trúgvi, at føroyska liðið kann røkka langt, segði hann.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14