Helma Maria Tróndheim fingið altjóða viðurkenning

Viðurkenda tíðarritið IEEE Open Access Journal of Power and Energy kjósar hvønn mánaða eina grein, ið fær serliga viðurkenning og heiður. Greinina fyri mars 2021 hevur Helma Maria Tróndheim skrivað, og hon snýr seg um føroyska orkuskiftið hjá SEV

Helena Kannuberg
28. mars 2021 kl. 15:05

Heiðurin kom púra óvæntaður á Helmu Mariu Tróndheim, sum ikki hevði fingið boð, áðrenn tíðarritið almannakunngjørdi útvaldu greinina:

-IEEE Power and Energy Society hevði ikki boðað mær frá áðrenn, men tá ið teir løgdu greinina á Linkedin frámerktu teir allar høvundarnar, so eg sá tað kortini nokkso skjótt, greiðir Helma Maria Tróndheim frá.

Helma Maria Tróndheim er vinnu ph.d.-lesandi, sum merkir, at hon undir lesnaðinum arbeiðir á SEV, samstundis sum hon er innskrivað á Setrinum og Aalborg universiteti. Viðurkenda greinin er liður í hennara lesnaði og eitur “100% Sustainable Electricity in the Faroe Islands: Expansion Planning through Economic Optimisation”. Vegleiðarar og samhøvundar eru Bárður A. Niclasen frá Setrinum, Terji Nielsen frá SEV, Filipe Faria da Silva og Claus Leth Bak frá Aalborg Universiteti.  

Í greinini, sum hevur fingið altjóða viðurkenning, førir Helma Maria Tróndheim fram, hvussu til ber at røkka málinum hjá SEV, um at Føroyar í 2030 skulu hava eina 100% grøna elframleiðslu á landi. Hon vísir á, at ynskja vit at røkka málinum er neyðugt við eini neyvari útbyggingarætlan fyri framleiðslu og goymslu, umframt  at hon grundgevur fyri, at neyðugt er, at flutningskervið eftir tørvi skal megna at flyta framleiðsluorku úr einum øki í eitt annað. 

Hetta er tann fjóðra greinin, sum Helma Maria Tróndheim hevur latið úr hondum í sambandi við sín lestur. Gongst sum ætlað, skal hon skriva tvær greinir afturat, áðrenn hon í heyst skal lata ph.d.-ritgerðina inn.