Ongi úrslit

Her er skráin fyri Føroyavitjanina hjá íslendsku forsetahjúnunum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað, kemur forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, Björn Skúlason, til Føroya á almenna vitjan 22. til 24. Tað er løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini.

Á Føroyaferðini vitja tey í Havnini, ymsastaðni í Eysturoy og í Klaksvík

Mánadagin verður vitjað í Tinganesi og í Løgtinginum, áðrenn løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Týsdag gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin við fylgi fáa høvið at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.

Seinni sama dag verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður hjá Edwardi Fuglø, kappróðrarneystinum og í Rótini.

Mikudagin vitja tey Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn íslendsku forsetahjúnini eru vertir fyri móttøku í Norðurlandahúsinum.

Sí alla skránna niðan fyri:

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02