Ongi úrslit

Her eru best umtóktu dreingjanøvnini í fjør

Myndin er frá Hagtovuni
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025. hagtovan sigurm at sjey dreingir vóru nevndir Brandur og sjey vóru nevndir Elias.

Næst eftir teimum var navnið Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir í 2025. Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Hákun og Gabriel, sum fimm dreingir vóru nevndir. 

Bæði Brandur og Elias eru nøvn, sum hava verið vælumtókt seinastu árini. Bæði nøvnini hava tvær ferðir áður verið best umtóktu nógv á dreingjum, millum annað í 2023, tá tey vóru ovast og næstovast á listanum yvir best umtóktu nøvn á dreingjum. 

Síðani 1988 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 hava fingið navnið Elias.

Við ársenda í fjør vóru 144 menn við navninum Brandur búsitandi í Føroyum, og  menn við navninum Elias vóru 118 í tali.  

Nøvnini Gilli, Hákun og Gabriel, sum eisini vóru vælumtókt í 2025, hava ikki verið brúkt líka nógv sum Brandur og Elias seinastu árini.

Uppgerðin, sum gongur aftur til 1985, vísir, at 44 dreingir hava fingið navnið Gilli síðan tá, 58 hava fingið navnið Hákun og 21 hava fingið navnið Gabriel.

Gabriel er tað nýggjasta av hesum trimum, og var fyrstu ferð við í uppgerðini í 2003.  

Eitt av nýggjaru nøvnunum í Føroyum var eisini vælumtókt dreingjanavn í 2025. Fýra dreingir vórðu nevndir Atlas. Atlas er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2019 var eingin nevndur Atlas.

Her eru annars 50 tey vanligastu mannfólkanøvnini í Føroyum:

2023

2024

2025

Jákup

322

321

318

Jógvan

289

283

288

Martin

192

192

194

Rúni

192

193

194

Bárður

189

187

188

Høgni

186

188

186

Magnus

174

170

170

Jónas

169

167

169

Ólavur

169

170

169

Eyðun

164

162

162

Kári

164

163

161

Jón

156

158

159

Jan

159

163

158

Bogi

146

145

149

Brandur

135

139

144

John

148

147

144

Bjarni

146

140

138

Pætur

144

141

138

Petur

140

137

137

Ragnar

132

133

137

Regin

142

139

136

Kristian

131

134

134

Rógvi

136

136

133

Rói

134

135

133

Heini

131

129

130

Teitur

126

127

130

Benjamin

127

126

126

Heri

123

122

125

Jóhan

128

127

124

Hanus

124

122

123

Elias

104

106

118

Dávid

116

115

115

Óli

112

116

115

Páll

111

112

114

Rókur

104

110

113

Fríði

106

105

109

Fróði

103

101

105

Andrias

104

101

104

Jóannes

106

106

104

Sjúrður

104

102

102

Hallur

104

101

100

Hans

99

98

100

Aron

92

96

97

Markus

92

97

96

Rani

94

96

95

Bergur

96

96

91

Janus

95

91

90

Helgi

93

91

89

Símun

88

86

88

Tummas

85

90

88

Tróndur

81

82

86

Heðin

82

82

84

Pauli

83

85

83

Andreas

81

80

81

Dánjal

84

79

79

Gunnar

78

76

78

Magni

80

80

78

Johan

69

71

73

Allan

70

71

72

Ingi

67

67

69

Leivur

70

69

69

Árni

70

66

68

Birgir

67

68

66

Poul

65

67

66

Johannes

66

62

64

Leif

53

53

54

Niels

54

52

53

Hans Jacob

51

49

48

Jens

41

46

46

Hans Pauli

43

42

41

Peter

30

29

31

Joen Jacob

15

15

15

Mest lisið hesa vikuna

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Dolly Parton, countrylegenda farin foldum frá

25. august kl. 19:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40