Tað er nú greitt, at Løgtingið fer at fella uppskotið frá Miðflokkinum um at loyva kommunum at gjalda foreldrum, sum vilja skipa sína egnu barnaansing.
Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen hava lagt uppskot fyri Løgtingið har aðrar ansingarloysnir skulu javntsetast við kommunalu ansingarstovnar.
Tað merkir, at kommunur kunnu seta eina skipan í verk, har foreldur, sum skipa sína egnu barnaansing, skulu fáa tað gjaldið, kommunan annars rindar fyri at hava barnið í barnagarði ella í vøggustovu.
Men nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, vísir tað seg, at eingin tekur undir við tí.
Tvørturímóti er Mentanarnevndin samd um at mæla Løgtinginum til at fella uppskotið.
Nevndin heldur, at tað er eisini týdningarmikið, at familjur hava góðar møguleikar at skipa gerandisdagin á ein hátt, sum hóskar til teirra tørv og umstøður.
Men hon heldur, at hendan skipanin, Miðflokkurin skjýtur upp, reisir fleiri ivamál.
Nøkur ivamál eru, hvussu hetta skal skipast í verki, hvussu eftirlit og góðskutrygd skulu tryggjast, og hvussu vit kunnu tryggja, at øll børn fáa nøktandi ansing og menningarmøguleikar.
Eitt annað ivamál er, hvussu skipanin fer at ávirka javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum og fíggjarligu og sosialu støðuna hjá familjum.
Mentanarnevndin sigur, at vit hava eina barsilsskipan og hesi seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at leingja barsilstíðarskeiðið, júst við tí endamáli at geva foreldrum og børnum møguleika at vera saman sum longst.
Nevndin leggur dent á, at tað er umráðandi at finna loysnir, har tað bæði verður hugsað um tørvin hjá børnum og familjumm, og sum samstundis tryggja, at foreldur kunnu velja, hvussu barnaansingin verður skipað, uttan at hetta hevur óhepnar fíggjarligar ella sosialar avleiðingar.
Tí setir nevndin setir sítt álit á, at komandi broytingarnar í barsilsskipanini fara at geva familjum betri møguleikar at vera longur saman við børnum sínum tey fyrstu árini.
Nevndin heldur at vit skulu bíða eftir hesum broytingum, áðrenn ein nýggj skipan, sum tann í Miðflokkurin skjýtur upp, verður sett í verk.