Ongi úrslit

Her verður betri at koyra í Eystuoynni

Í ár er ætlanin at asfaltera á Hellunum
Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 11:51

Í Eysturoynni, eins og í restini av landinum, eru fleiri vegir, ið treingja til at verða umvældir og asfalteraðir.

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðlumálum.

Magni Højgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin í samferðslumálum um um landsvegirnar í Eysturoy.

Landsstýrismaurin staðfestir, enn eina ferð, at játtanin til at halda vegakervið hevur ikki verið nøktandi í nógv ár, og eftirsleipið er vaksið støðugt.

Landsvegakervið er 480 kilometrar. Hesi seinastu árini hevur játtanin til at asfaltera, verið einar 12 milliónir um árið og tað røkkur til at asfaltera einar seks kilometrar um árið.

Landsverk sigur, at skal landsvegakervið haldast á einum nøktandi støði, verður neyðugt at játta umleið 60 milliónir um árið og hetta svarar til at asfaltera einar 30 kilometrar av landsvegi um árið.

Í fjør vórðu vegirnir millum Fjarða, og Elduvíkarvegurin, asfalteraðir. Í 2023 varð vegurin ímillum Gøtu og Kambsdal, asfalteraður og í ár er ætlanin at asfaltera vegin á Hellunum.

Hinvegin leggur Jacob Vestergaard afturat, at harafturat er ein serlig játtan til at bøta um ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv.

Samstundis er peningur játtaður til at fyrireika Gøtudalstunnilin. Brúgvin um Fjarðará verður gjørd av nýggjum, og brúgvin um Streymin verður høvuðsumvæld. Raðfestingin fyri næsta er ikki liðug, men ætlanin er at halda fram við at asfaltera vegastrekkið ímillum Gøtu og Runavík.

Har er nógv ferðsla, men nógvastaðni er hann í ringum standi, sigur Jacob Vestergaard.

Vegirnir á Skála hava eisini tørv á umvælingum, og vónandi fer at bera til at asfaltera teir í næstu framtíð, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06