– Hetta er eitt heilt serligt høvi at boða gleðiboðskapin. Tað sigur Jonhard Jógvansson, prestur. Í ár er tað fallið honum í lut at halda ólavsøkuprædikuna og tað er eitt heilt serstakt høvi, prestar bara fáa eina ferð í lívinum.
Men hann sigur, at hóast hetta er eitt heilt serstakt høvi, verður ólavsøkuprædikan ikki stórt øðrvísi enn ein vanlig prædika. Hann sigur, at hann fer at halda seg til prædikutekstin og at byggja prædikuna á hann.
Jonhard Jógvansson sigur, at hann er ikki tann, sum bíðar til í síðstu løtu, so longu fyri einum mánað síðani var ólavsøkuprædikan at kalla liðugt og tíðina síðani hevur hann brúkt til at fínpussa hana. – Eg havi lisið hana hart fyri mær sjálvum - og fyri konuni - og so eru orðingar broyttar so hvørt, sigur hann.
Boðskapurin er tann sami, bæði til høg og lág
Í ólavsøkuprædikuni fari eg at leggja serligan dent á krossmerkið og at knýta boðskapin í prædikuni til tað. Prædikan fer serliga at taka støðið í tí partinum av prædikutekstinum, sum sigur, at ... fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst... – Tað, sum vit síggja í náttúrini er, at doyr kornið, ber tað nógvan ávøkst. Tað knýtur Jesus til sín egna deyða, og til tað, at tað ber nógvan ávøkst at hann offraði seg fyri okkum øll.
Hóast hetta er ein prædika sum allar aðrar, skerst heldur ikki burtur, at hetta er einasta høvi, prestur fær at tala til alt Føroya fólk, bæði høg og lág, til leik og lærd. Og samstundis eisini til alt vald í Føroyum í kirkju hendan dagin, bæði tað politiska valdið, Løgting og Landsstýri, tað útinnandi valdið, løgreglan, og tað dømandi valdið, sorinskrivarin.
– Hetta er ein serstakur møguleiki at fáa gleðiboðskapin út. Tað plagar at vera undir meiri avmarkaðum umstøðum í kirkjuni á Eiði, men at prædika á ólavsøku, er sum at fáa eina stóra megafon í hondina, ásannar prestur.
Men hann leggur kortini dent á, at boðskapurin er tann sami til okkum øll, bæði høg og lág, so hóast hetta er ein serlig løta, verður prædikan ikki stórt øðrvísi enn tær plagdu at vera hjá honum, sigur hann.
Men sjálvandi verður ólavsøkan og tjóðarhátíðin knýtt upp í.
– Ólavsøkuprædikan verður savnandi har er royni at fáa gleðiboðskapin fram, so vónandi verður hon eisini til uppbyggingar, sigur Jonhard Jógvansson.
Eitt sindur øðrvísi í ár
Sjálvur plaga Jonhard Jógvansson eisini at vera á ólavsøku. Hann plagar at lata seg í sítt besta skrúð og so dámar honum væl at ganga oman og niðan ígjøgnum býin og heilsa upp á fólk. Og so plagar hann eisini at støkka inn á gólvið hjá fólki at práta og at fáa ein góðan bita. Og eyðvitað er ólavsøkugudstænastan eisini ein fastur táttur í hansara ólavsøku.
Hendan ólavsøkan verður eitt sindur øðrvísi, tí konan og teir tríggir synirnir fara til Danmarkar beint uppundir ólavsøku, har teir synirnir eru við øðrum børnum á Eiði á hondbóltstiltakinum, Generation Handball, sum er í Viborg.
– So aftaná ólavsøkugudstænastuna, fari eg til døgurðan, sum biskupur bjóðar øllum prestum til á ólavsøku, og um kvøldið fari eg við flogfari til Danmarkar at vera saman konuni og synunum, sigur Jonhard Jógvansson.