Ongi úrslit

Døglingar á Kaldbaksfjørði: Hetta er ikki vanligur atburður

Tað ber ikki til at sita hvussu tað ber til, at nakrir døglingar hava ligið á Kaldbaksfjørði í fleiri vikur

Áki Bertholdsen
3. august 2023 kl. 11:00

Nú í næstan ein mánað hava nakrir døglingar ligið og spælt sær á Kaldbaksfirði. Minnast vit rætt, vóru teir fyrst sæddir á Skálafjørði 5. juli og nú hava teir ligið á Kaldbaksfjørði í fleiri vikur, har fólk hava havt stóra fragd av at eygleið teir.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur ásannar, at hetta er ikki nátúrligur atburður, tí teir plaga at halda seg har tað er djúpari. 

Men annar ber ikki til at siga, hví teir liggja so leingi á Kaldbaksfjørði. Teir síggja ikki út til at verða sjúkir, í hvussu so er ikki allir, tí teir spæla og loypa úr sjónum, so tað er ringt at siga.

Tað er ikki ofta, at vit síggja døgling loypa soleiðis. 

Hvalur kann svølta rættiliga leingi, tí teir hava tjúkt spik at taka av, men tað kann eisini vera, at teir fáa nakað av føði inni á fjørðinum.

Summi hava hugsað um, at teir finna ikki út aftur, tí ein gátt er uttarliga á fjørðinum, men tað heldur lívfrøðingurin ikki.

– Teir finna væl, teir vóru fyrst á Skálafjørðinum og har er ein gátt uttarliga á fjørðinum, men tað ger ikki mun, so tað er eingin trupulleiki, sigur hann.

– Døglingur er vardur hvalur, so tað er ikki loyvt at avlíva hann uttan so at teir gera landgongd. So hvalirnir á Kaldbaksfjørði fáa frið og so gongur tað, sum tað gongur. Doyggja teir inni á fjørðinum, er tað so tað, og fara teir av fjørðinum, so gera teir tað.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

Í gjár kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19