Ongi úrslit

Hetta er møguleikin hjá HB

Um tað eydnast at vinna í Klaksvík í kvøld, so kann dagsskráin verða bæði at vera við í kappingini um europeiskt atgongumerki og FM heitið

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Í kvøld verður punktum sett fyri annan triðing av Meistaradeildini. Tað eru Europaliðini KÍ og NSÍ, sum fara at spæla, áðrenn tey aftur venda fokus ímóti Europa, har bæði liðini hóskvøldið eiga heimavøll – KÍ á Tórsvølli ímóti Lech Poznan úr Póllandi og NSÍ í Klaksvík ímóti FC Lugano úr Sveis.

KÍ fær vitjan av HB.

Dagsskráin hjá KÍ er tann sama, sum hon hevur verið alt árið. Tað er at vinna FM og steypakappingina og at vinna felagið í europeiskt bólkaspæl.

Dagsskráin hjá HB hevur skift. Undan kappingarbyrjan var hon tann sama, sum hon er hjá KÍ. Síðani varð hon broytt til at vera at renna undan niðurflytingarhóttanini, so at fóta sær fyri at vera við í kappingini um europeiskt pláss, tá ið møguleikin at vinna steypakappingina var burtur. Og nú hevur tað seinastu tíðina hilnast so væl, at HB við sigri í kvøld av álvara verður við í kappingini um europeiskt atgongumerki, og so verður møguleikin at vinna FM ikki so langt burtur.

Síðani HB 14. juni tapti 3-1 á Argjum hevur úrtøkan verið full. HB hevur vunnið fýra dystir – 3-0 ímóti B36, 4-1 á heimavølli ímóti Skála, 4-1 í Sørvági og so 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ.

Europa kiksaði í summar, men nú hevur HB fokus á at vinna nýtt atgongumerki til Europa, hóast liðið framvegis er á fimta plássi. HB hevur 27 stig og hevur møguleika í kvøld at leggja seg undir liðina á B36, sum hevur 30 stig. Víkingur hevur 32 stig, og undan dystunum í kvøld eru KÍ og NSÍ topplið við 34 stigum.

Í landskappingini hevur KÍ tríggjar tær seinastu ferðirnar tapt 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, spælt málleysan javnleik í Runavík og vunnið 2-0 á heimavølli ímóti B36. Og so eru tað dystirnir í Europa, sum hava kostað nógva orku, og sum fokus verður vent ímóti eftir dystin ímóti HB í kvøld.

NSÍ er favorittur á heimavølli í kommunuuppgerðini ímóti Skála ÍF, sum er niðast við 14 stigum.

Hjá Skála er møguleikin í kvøld ikki minni av, at tað er stutt millum dystirnar hjá NSÍ. Tá ið NSÍ 26. apríl var á Skála, endaði tað 3-3. Ta ferðina var Simon Jørgensen, sum nú er farin í svenskan fótbólt, tvífaldur málskjútti hjá Skála.

 

18. umfar

Víkingur – B68 2-1 (1-0)

1-0: Aron Benjaminsen 27.

2-0: Jákup Johansen 42.

2-1: Patrick Mensah 44.

 

07 Vestur – EB/Streymur 3-2 (2-2)

1-0: Jonathan Flensborg 11.

1-1: Marius Nielsen 22.

2-1: Jonathan Flensborg 25.

2-2: Gutti Dahl-Olsen 29.

3-2: Edvin Jakobsen 70.

 

B36 – AB 1-0 (0-0) ólavsøkuaftan

1-0: Pætur J. Petersen 48.

 

Í kvøld

KÍ – HB: Leivur Zachariassen kl. 18.30

NSÍ – Skála ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

17

9

7

1

33

12

34

NSÍ

17

10

4

3

31

19

34

Víkingur

18

8

8

2

29

18

32

B36

18

8

6

4

28

22

30

HB

17

8

3

6

31

24

27

AB

18

7

2

9

25

28

23

EB/Streymur

18

4

5

9

21

28

17

07 Vestur

18

5

1

12

16

34

16

B68

18

4

3

11

20

38

15

Skála

17

3

5

9

17

27

14

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Japansk greining vekir kjak um COVID-19-koppsetingar

3. august kl. 16:41

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

Í gjár kl. 08:19

Løtumyndir-Rasmus Seebach

7. august kl. 21:21