Ongi úrslit

Hetta fer ikki at gera tað nakað serligt dýrari at byggja

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað er samsvari við samgonguskjalið, at prísurin á byggilendi verður hækkaður, samstundis sum at samgongan hevur sett sær fyri at gera tað bíligari at byggja.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Herfyri kom fram, at nú fer tað at vera munandi dýrari at útvega festijørð frá Búnaðarstovuni til byggilendi og at tað fer at gera tað dýrari at byggja.

Atli F. Johansen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vildi tí hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu hetta hongur saman við lyftið um at gera tað bíligari at byggja.

Jacob Vestergaard sigur, at prísurin á landsjørð hevur staðið í stað í næstan 20 ár

– Eitt av málunum hjá samgonguni er at tryggja landbúnaðinum støðugar og greiðar karmar, sigur hann. Hann sigur at ein týðandi partur av hesum er at ansa eftir, at festini hjá landinum ikki missa virði hvørja ferð, lendið verður tikið til bústaðir, vegir o.a.

Hann sigur, at tað er avmarkað, hvussu nógv hetta fer at ávirka prísin at byggja bústaðir, tí tað er ein so lítil partur av kostnaðinum

Hann sigur annars, at Umhvørvisstovan leggur stóran dent á at stytta bíðitíðina í sambandi við matrikkulering.  Í løtuni vísir ein leys meting, at bíðitíðin er 6-12 mánaðir.

Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan sett nøkur tiltøk sett í verk. Eitt tiltak er, at nú ber tað til hjá fólki at senda umsóknir inn á Vanganum, men ætlanin er at kunna betri um, at tað ber til. Eisini verður arbeitt við eini loysn har kommunur og fyritøkur kunnu senda umsóknir inn talgilt.

Eitt annað tiltak er, at Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni hevur ein fund um vikuna, har nýggj mál verða gjøgnumgingin.

Endamálið við fundunum er at fáa eitt yvirlit yvir málini beinanvegin, soleiðis at Umhvørvisstovan skjótast gjørligt kann biðja um fleiri upplýsingar frá umsøkjarunum, har tað er neyðugt upplýsingar. Eitt annað endamál er, at Umhvørvisstovan, skjótast gjørligt, kann senda málini til ummælis hjá kommununum, tá tað er neyðugt.

Hendan gjøgnumgongdin er við til at tryggja, at málini, skjótast gjørligt, eru fult upplýst og at einki manglar, tá málini skulu realitetsviðgerast.

Somuleiðis leggur Umhvørvisstovan dent á at vegleiða fólk betur um, hvussu tey skulu bera seg at tá ið tey senda eina umsókn inn  

Í ávísum førum er tað ivasamt hvør hevur ábyrgdina av at fáa ummælir til vega. Hetta er tískil nakað sum Umhvørvisstovan arbeiðir við at fáa greiðu á, soleiðis at slík ivamál ikki seinka málsviðgerðartíðini.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

Í gjár kl. 07:00

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27