Fólk, sum búgva á Rosságøtu á Argjum, vaknaðu við buldur og brak í morgun.
Hesar seinastu dagarnar eru nógv gjørt burtur úr, at Tórshavnar Kommuna hevur fingið nýggjar, elektriskar ruskbilar og tíðliga í morgun var ein av hesum nýggju ruskbilunum í Rosságøtu á Argjum eftir húsarhaldsruski.
Lukkutíð var eingin fyri tí so kundi tað enda heilt galið
Men av eini ella aðrari orsøk fór bilurin á rull ímeðan førarin var eftir ruski. Bilurin var eitt sindur ovaliga í Rosságøtu, sum er eitt sindur brøtt, men hann fór á rull, eftir reyv oman eftir. Vitni meta, at hann rullaði einar 50 metrar, áðrenn hann pløgdi ein garð niður og endaði í túninum á húsunum niðast í gøtuni.
Løgreglan kannar málið, men enn er óvist hví bilurin fór á rull. Spurningurin er um førarin ikki hevði sett bremsuna til, ella um bremsan var sett til, men ikki virkaði.
Talan er bara um materiellan skaða, men talan er um ein bil, sum vigar fleiri tons so lukkutíð var eingin fyri, tí so kundi tað enda heilt galið.