Nú farið verður undir eitt nýtt skúlaár um nakrar viku, rópar Lærarafelagið varskó.
Tað eru nevniliga bara 51 lesandi til læraraútbúgvingina og hetta er tað minsta síðan útbúgvingin var skipað sum bachelorlestur á Setrinum í 2008.
Í miðal hava tað verið 72 umsóknir um árið, men hesi seinastu árini hevur talið á umsóknum verið væl lægri, so talið í ár eru 21 umsóknir færri enn eitt miðal ár, staðfesta tey í Skúlablaðnum
– Tað er ein gongd, ið vit eiga at taka í álvara, sigur Skúlablaðið.
Hetta er triðja árið av teimum seinastu fýra árunum, at umsøkjaratalið liggur um 50 og tað kann tykjast sum um at hetta verður nýggja støðið. Men hetta má takast í álvara og málið má vera at fáa fleiri at søkja inn sum lærarar.
Tað hevur víst seg, at tey árini, tá tað eru nógvar umsóknir, eru tað eisini fleiri av teimum, ið verða tikin upptikin, ið gera seg lidnan og koma í starv sum lærarar.
Skúlablaðið heldur, at uttan iva eru tað fleiri viðurskifti, ið hava ávirkan á, at færri søkja til lærara.
Talið á teimum, sum fáa miðnámsskúlaprógv, er minkað seinastu árini og sostatt eru tað eisini færri ung, sum kunnu fara undir hægri lestur. Læraraútbúgvingin er eisini í kapping um tey lesandi, og seinnu árini eru fleiri nýggjar útbúgvingar á Setrinum, sum fáa nógva umrøðu.
Samstundistundis tróta læruplássini ikki, og arbeiði er til allar hendur.
– Hesi viðurskifti ávirka eisini, hvussu nógvar umsóknir eru til læraraútbúgvingina. Men at umsóknartalið minkar so nógv eftir so fáum árum, eigur at fáa avvarðandi partar taka støðuna í álvara, sigur Skúlablaðið.