Ongi úrslit

Hevur verið í starvi á sama skúla í 50 ár

Myndin er frá Glasi
Áki Bertholdsen
12. mai kl. 16:02

Fá munnu fólkini vera, sum kunnu siga seg at hava starvast á sama skúla í 50 ár, men tað er júst tað, Henriette Svenstrup hevur gjørt.

Glasir skrivar í tíðindaskrivi, at síðani 1976 hevur Henriette verið ein virkin partur av starvsfólkahópinum, fyrst á Studentaskúlanum í Hoydølum og síðani á Glasi.

Henriette hevur hesi 50 árini verið miðnámsskúlalærari, skemaleggjari og verið partur av leiðsluni.

Henriette varð liðug við kandidatútbúgving í fysik og matematik á Københavns Universitet í 1975.

Skúlaárið 1975-76 tók hon pedagogikum í Roskilde og arbeiddi síðani sum vikarur í Ikast. Um hetta mundi varð nógv frammi um arbeiðsloysið millum kandidatar í fysik og matematik, ið gjørdi tað ivasamt, hvussu lætt ein kundi finna sær arbeiði.

Av hesi orsøk tók Henriette avgerð at leggja leiðina til Føroyar í 1976, tá hon fekk starv á Studentaskúlan í Hoydølum sum miðnámsskúlalærari í lærugreinunum fysik og matematik.

Studentaskúlin í Hoydølum var tá ein lítil skúli. Flokkarnar vóru einir 13 í tali, og øll kendu øll.

Komin til Føroyar var næsta stig at læra seg føroyskt. Tað kundi ikki ganga ov skjótt. Henriette tók í hesum sambandi skeið í føroyskum bæði á Fróðskaparsetur Føroya og í Kvøldskúlanum.

Henriette kom eisini til Føroyar fyri at sleppa at royna seg í einum nýggjum og øðrvísum staði. Dámdi hon ikki at vera í Føroyum, kundi hon altíð venda heim aftur. Tað sum kundi verið eitt styttri ævintýr at taka við sær heim til Danmarkar aftur endaði við, at Henriette treivst so væl, at hon varð verandi og er enn tann dag í dag búsitandi í Føroyum.

Tá ið Henriette verður spurd, hvat henni hevur dámt best við arbeiðinum sum lærari á miðnámsskúla øll hesi árini, svarar hon, at tað besta við at undirvísa, eru næmingarnar.

Tað eru hesir, ið gera tað meiningsfult at vera lærari. Endamálið hevur altíð verið at skapa virðing fyri fakunum og at vera trúverdur og erligur í sínum arbeiði. Sum lærari eigur man at styrkja næmingarnar á leiðini at blíva vaksin, sum ikki bert er at læra nakað fakligt, men eisini at gerast vaksin í mennandi umstøðum.

Skoðsmálini hon fer frá starvsfeløgunum er, at hon er arbeiðssom, fyrikomandi, ótolin, gávumild, kreativ og stuttlig.

Eitt ráð frá Henriette til øll, sum umhugsa at gerast lærarar, er at virða næmingarnar sum einstøk menniskju.

Nú Henriette ikki fer at starvast á Glasi longur, ætlar hon at dyrka sínar mongu kreativu síður, sum at mála, veva og binda, umframt at halda fram við at spæla bridge, ið hon hevur gjørt í nógv ár.

Í hesum sambandi verður alment hátíðar- og fráfaringarhald fyri Henriette á 3. hædd á Glasi, seinnapartin í morgin, mikudagin.

Henriette Svenstrup er gift við Oddmar Danielsen. Saman eiga tey tvey børn og eitt ommu- og abbabarn. Henriette og Oddmar eru búsitandi í Tórshavn.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14