Ongi úrslit

Hirtshals: Norröna er ein vælkomin summargestur

Norröna siglir nú aftur til Hirtshals eisini týsdagar. Tað verður mett sum eitt greitt tekin um, at hásesongin er byrjað.

© Smyril Line.
Edmund Jacobsen
9. juni kl. 19:00

Norröna hevur nú aftur sínar eyka týsdagskomur til Hirtshals. Sambært Hirtshals-miðlinum Nordsø Posten verður hetta roknað sum eitt av greiðastu teknunum um, at summarið og hásesongin eru komin til norðvestara partin av Jútlandi.

Fastur partur av býarmyndini

Ferjan hevur í nógv ár verið ein fastur partur av býarmyndini í Hirtshals. Alt árið bindur hon Danmark saman við Føroyum og Íslandi, men um summarið økist ferðslan munandi, tá ið eyka fráferðir og komur verða settar í verk.

Komurnar merkjast bæði á havnini og í býnum. Fleiri kampingbilar koma til økið, og nógv ferðafólk savnast í Hirtshals, áðrenn leiðin gongur víðari til Norðuratlantshavið.

Ferðafólk skapa lív

Sambært greinini er Hirtshals fyri nógv meira enn bara eitt ferðasamband. Fyrstu løturnar av feriuni byrja ofta longu á havnarlagnum, har ferðafólk bíða eftir fráferðini við væntanum og feriuhýri.

Tí verður Norröna eisini mett sum eitt sjónligt tekin um, at summarsesongin av álvara er farin í gongd. Sjálvt á gráum døgum ber stóra norðuratlantiska ferjan við sær eina serliga summarkenslu í havnabýnum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

16 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05